Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi 8 til 13 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað við sólglottum, mest norðanfyri og eystanfyri, og yvirhøvur turt. Seint seinnapartin okkurt ælið í støðum. Í kvøld hækkar ættin upp í norðan og vindurin minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Í nátt smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað við sól ella sólglottum og yvirhøvur turt. Hitin í dag 6 til 11 stig, í nátt og fyrrapartin í morgin millum frostmarkið og 5 stig.
Sólarris: 05:13 Sólsetur: 21:36
