Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.04.2026 09:49

Veðrið: Sunnudagin 26. apríl

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mánadagin á middegi.

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin hálvskýggjað ella skýggjað og yvirhøvur turt.
Seinnapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið, og sum frálíður ælaveður. 
Í kvøld minkar til lítið lot av landsynningi, og gongur hann vesturum í útsynning, minni enn 5 m/s. Samdrigið og ælaveður ella regn. Hitin í dag 6 til 8 stig.
Í nátt lítið lot millum útsynning og vestan, minni enn 5 m/s. Skýggjað og ælaveður, men sum frálíður yvirhøvur turt, tó í støðum møguliga mjørki.
Fyrrapartin í morgin lítið lot vestaneftir, minni enn 5 m/s. Í støðum, mest vestan fyri, møguliga mjørki, men annars hálvskýggjað og sólglottar. Hitin 6 til 9 stig.

Sólarris: 05:28 Sólsetur: 21:22