Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin í morgun 4 til 7 stig.
Fyrrapartin sum frálíður lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, smá- ella halvskýggjað og bert okkurt ælið. Hitin 6 til 10 stig.
Út á seinnapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt.
Í kvøld veksandi vindur av landsynningi, tað dregur á luftina og okkurt ælið.
Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 4 til 10 stig.
Sólarris: 06:07 Sólsetur: 20:48
