Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi.
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað, tó í støðum lágt skýggjað og okkurt ælið. Fyrrapartin trilkar hann vindin til frískt lot til frískan vind og lækkar niður í útsynning, 5 til 10 m/s. Smá ella hálvskýggjað, sólglottar, og okkurt ælið.
Seinnapartin framvegis frískt lot til frískan vind, men sum frálíður lækkar niður í sunnan, 5 til 10 m/s. Smá ella hálvskýggjað, sólglottar, og okkurt ælið. Hitin 4 til 10 stig.
Í kvøld dregur á luftina og ælaveður. Hitin í nátt millum 2 og 6 stig.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað, sólglottar og ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.
Sólarris: 06:10 Sólsetur: 20:46
