Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.
Hvassur vindur upp í skrið eystan, 15 til 20 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, fyrst sunnanfyri. Skýggjað og regn, men sum frá líður slítur í. Í kvøld skýggjað og ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í strúk av landsynningi, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin sum frá líður frískt lot til frískan vind eystan, skýggjað og ælaveður. Hitin 4 til 8 stig.
Sólarris: 06:17 Sólsetur: 20:40
