Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.04.2026 09:54

Veðrið: Hósdagin 2. apríl

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin, skrivað kl. 08:08 (kl. 07:08 UTC).

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað, onkur sólglotti og yvirhøvur turt. Sum líður á fyrrapartin veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind ella hvassan vind, 10 til 15 m/s, framhaldandi av landsynningi. Sum frá líður samdrigið og regn. Í kvøld strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn, í støðum grovt regn, og í støðum við vátakava ella kava. Seint í kvøld støkkur vindurin vesturum í vestan, og minkar brátt niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, samdrigið og ælaveður við grovum ælum, møguliga við kava ella vátakava. Í Norðoyggjunum tó framhaldandi upp í skrið av landsynningi, 18 m/s, og regn. Í nátt lítið lot vestan ella av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og ælaveður. Í Norðoyggjunum tó upp frískan vind til strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin, í útsynningspartinum av landinum, frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður; í landnyrðingspartinum av landinum, frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn, í støðum grov æl við vátakava. Hitin -2 til + 5 stig.

Sólarris:06:47 Sólsetur:20:16