Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Seinnapartin gongur hann upp í vestan og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Í kvøld lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum við kavakava. Í nátt og fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt, tó kavaælaveður fram ímóti middegi. Hitin 2 til 9 stig.
Sólarris: 06:53 Sólsetur: 20:10
