Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Strúkur í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s, hálvskýggjað og ælaveður við regni ella kava. Út á fyrrapartin minkandi niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, og longri millum ælini. Seinnapartin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Í kvøld yvirhøvur turt. Í nátt lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og turt, men fram ímóti morgni veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.
Sólarris: 06:56 Sólsetur: 20:08
