Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.
Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, sum frá líður hækkar í norðan og veksur upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum sum vátakavi. Seinnapartin minkar vindurin spakuliga niður í frískt lot til frískan vind norðan og av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Í kvøld eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt fer hann í sunnan og veksur upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig, í nátt niður í -2 stig. Fyrrapartin í morgin hækkar vindurin og minkar niður í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s av útnyrðingi. Samdrigið og regn. Hitin millum 2 og 7 stig.
Sólarris: 06:03 Sólsetur: 19:02
