Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.03.2026 08:16

Veðrið: Hósdagin 26. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, smáskýggjað, sólglottar og kanska okkurt kavaæl. Sum líður á fyrrapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin snarar hann í landsynning, lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, men vindurin veksur líðandi upp í strúk til skrið, 13 til 18 m/s, seint seinnapartin. Samdrigið og sum frálíður regn, møguliga við vátakava í hæddunum. Í kvøld strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, í støðum upp í 20 m/s, samdrigið og regn, stundum grov æl. Seinni støkkur hann vesturum í útsynning, frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður; fyrrapartin í morgin møguliga við vátakava ella kava. Hitin fyrrapartin -2 til + 2 stig, seinnapartin og frameftir +2 til +6 stig.

Sólarris: 06:09 Sólsetur: 18:57