Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og kavaæl. Í kvøld hálvskýggjað og longri millum ælini. Fyrrapartin í morgin fer hann at mala av ymsum ættum, meðan vindurin minkar niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt kavaælið. Hitin úr 3 kuldastigum upp í 3 hitastig.
Sólarris: 06:13 Sólsetur: 18:54
