Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Nú fyrrapartin skrið ella stormur av vestri, 18 til 23 m/s, við hørðum hvirlum. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum heglingur. Hitin 4 til 8 stig. Seinnapartin minkar hann vindin niður í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, seint seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s hækkandi í útnyrðing. Skýggjað og út á kvøldið vátakava- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind millum norðan og útnyrðing, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin -2 til +3 stig.
Sólarris: 06:16 Sólsetur: 18:52
