Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mánadagin á middegi.
Skrið ella stormur millum vestan og útsynningi, 18 til 23 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava ella heglingi. Hitin 2 til 6 stig.
Í kvøld minkar sum frálíður til strúk í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s. Í nátt minkar sum frálíður til frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft, fyrrapartin í morgin onkur sólglotti, og ælaveður, í støðum við vátakava, heglingi ella kava. Hitin frá frostmarkinum til 5 stig.
Út á fyrrapartin í morgin lækkar hann niður í sunnan, og vindurin fer at vaksa til hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s út á seinnapartin. Tað dregur á luftina til samdrigið og tað fer at regna. Hitin 3 til 7 stig.
Sólarris: 06:22 Sólsetur: 18:46
