Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.03.2026 10:34

Veðrið: Leygardagin 21. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft, og ælaveður, men sum frálíður skýggjað og tættari millum ælini. Hitin millum 2 og 7 stig.
Í kvøld veksur vindurin til strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn, í støðum við vátakava.
Í nátt og fyrrapartin í morgin skrið ella stormur av útsynningi, sum út á náttina hækkar upp í vestan, 18 til 23 m/s. Samdrigið og regn, men sum frá líður skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 6 stig.

Sólarris: 06:26 Sólsetur: 18:43