Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.
Frískur vindur til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Seinnapartin minkar vindurin eitt skifti niður í frískan vind til strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Í kvøld veksur vindurin upp aftur í frískan vind til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 2 og 8 stig.
Sólarris: 06:29 Sólsetur: 18:41
