Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.03.2026 07:37

Veðrið: Týsdagin 17. mars

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi kl 12:00, skrivað klokkan 06:25

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig.
Fyrrapartin frískt lot til frískan vind sunnan, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn, í hæddunum møguliga sum vátakavi. Hitin 2 til 8 stig.
Um middagasleitið gongur hann vestur aftur í útsynning og vindurin fer at vaksa so líðandi. Skiftandi skýloft, tað slítur í til alaveður, og í støðum sólglottar.
Í kvøld og í nátt frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður.
Fyrrapartin í morgin minkar vindurin til lot til frískt lot og hækkar upp í vestan, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 og 9 stig.

Sólarris: 06:39 Sólsetur: 18:32