Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.
Lot til frískt lot vestan, 5 til 10 m/s, í støðum vaksandi upp í strúk í vindi, 13 m/s, mest sunnanfyri. Sólglottar og ælaveður, kanska heglingur í støðum, tó sum frá líður bert okkurt ælið. Seint seinnapartin og í kvøld minkar hann vindin niður í lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Í nátt veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, tað verður samdrigið og sum frá líður samregn.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, tó sum frá líður útsynningur. Skýggjað og fyrst regn, seinni ælaveður. Hitin alt samdøgrið 2 til 6 stig.
Sólarris: 06:49 Sólsetur: 18:24
