Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.03.2026 07:45

Veðrið: Týsdagin 10. mars

Rituvík vaks við trimum fólkum frá 2022 til 2023 (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi kl 12:00.

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað ella skýggjað og okkurt ælið. 
Seinnapartin framvegis frískt lot til frískan vind, men hann lækkar niður í sunnan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina til skýggjað, og ælaveður.
Í kvøld veksur hann upp strúkur í vindi upp í skrið og gongur eystur móti landsynning, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn. Hitin í dag millum 4 til 8 stig.
Út á náttina minkar hann aftur niður í frískan vind ella strúk sunnan, sum frálíður útsynningur, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. 
Út á fyrrapartin í morgin veksur hann upp í hvassan vind ella skrið vestan, 15 til 20 m/s. Skiftandi skýloft, eitt skiftið regn, men sum frálíður ælaveður. Hitin 2 til 7 stig.

Sólarris: 07:02 Sólsetur: 18:13