Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s. Seinnapartin fer vindurin í útsynning og minkar niður í lot til frískt lot 3 til 8 m/s, í kvøld av ymsum ættum. Í nátt veksur vindurin aftur upp í frískan vind upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður vestan. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig, í nátt verður kaldari, úr frostmarkinum upp í 3 stig.
Sólarris: 07:21 Sólsetur: 17:57
