Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.
Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin minkar niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Í kvøld lækkar hann í útsynning og minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig, í morgin veksandi til millum 3 og 8 stig.
Sólarris: 07:37 Sólsetur: 17:43
