Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sum frá líður veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Út á seinnapartin og í kvøld veksur vindurin upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað við sólglottum og bert einstøk æl, í kvøld fer at regna. Í nátt fer hann vesturum í útsynning og minkar vindurin niður í lot til frískt lot 3 til 8 m/s. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, sum frá líður hækkar í landsynning. Hálvskýggjað og einstøk æl. Hitin úr frostmarkinum upp í 6 stig.
Sólarris: 07:43 Sólsetur: 17:37
