Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mánadagin á middegi kl 12:00.
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Í støðum við vátakava og møguliga grov æl.
Seinnapartin framvegis frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, tó í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað, og ælaveður.
Í kvøld og frameftir frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Hitin millum 2 og 8 stig.
Sólarris: 08:54 Sólsetur: 16:27
