Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.
Frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og ælaveður. Hitin úr frostmarkinum upp í 6 stig.
Sólarris: 09:00 Sólsetur: 16:21
