Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.01.2026 08:07

Veðrið: Mánadagin 26. januar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Frískur vindur upp í strúk millum eystan og landsynning, 8 til 13 m/s, í kvøld vaksandi upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum vátakavi ella heglingur. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og framvegis okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig.

Sólarris: 09:09 Sólsetur: 16:11