Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.
Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin 2 til 7 stig. Í nátt hækkar hann í eystan og minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og onkur æl. Hitin minkar til millum frostmarkið og 5 stig.
Sólarris: 09:15 Sólsetur: 16:04
