Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Út á fyrrapartin gongur hann upp í norðan og minkar vindin niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, skýggjað og tað slítur í. Seinnapartin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið í støðum. Í kvøld fer hann at veksa upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, fyrst sunnantil í landinum. Fyrrapartin í morgin minkandi niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin 4 til 9 stig.
Sólarris: 09:37 Sólsetur: 15:33
