Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.06.2025 22:50

Adrenaline á Livandi Varmakeldu

Tíðindaskriv

Adrenaline er ein rockbólkur úr Klaksvík, sum við sínum melodiøsa og fangandi rokktónleiki longu hevur vunnið hjørtuni hjá føroyingum. Við hittum sum “DNA”, “Bjarta”, “Dansa”, og “Spillikassin” hevur bólkurin fingið alt størri undirtøku. Teir hava framført kring alt landið og fangað áskoðararnar við sínum framfýsnu og undirhaldandi framførslum.

Adrenaline megnar altíð at seta eitt brak av einum showið upp – sangirnir sita fast, og orkestrið strálar av spæligleði.

Vit gleða okkum at uppliva Adrenaline við fullum útblástri á Livandi Varmakeldu leygarkvøldið tann 5. juli í Mentanarhúsinum í Fuglafirði!

Limir í Adrenaline: Jónas Jacobsen (sang og gittar) Tórður Sóleyarson (sang og gittar) Jón Ari Hansen (bass) Høgni Sørensen (trummur)