Tíðindaskriv
Føroya størsta jólaborðhald verður við Tjarnir 29. november. Fyrireikararnir Epic Live leggja upp til ársins veitslu í Føroya størsta veitsluhøli.
Har eru nógv arbeiðspláss, bindiklubbar, ítróttarlið ella vinarbólkar, sum halda jólaborðhald saman, og sum hava tørv á onkrum nýggjum íblástri. Hetta tiltakið er møguleikin hjá øllum hesum at vera partur av onkrum enn størri, við tí besta undirhaldinum í teimum bestu karmunum.
Har verður borðreitt við eini trírætta matskrá og nógvum góðu í glasið. Eisini verður Føroya besta undirhald, skemt, tónleikur, felagssangur og eitt risa dansigólv við túsundavís at veitsluhugaðum føroyingum.
Til ber at lesa meira um tiltakið á epiclive.fo.