Tíðindaskriv/ Leif Mohr
Í dag er annar dagur í súkklukappingini Leif Mohr Kring Føroyar og kappast verður í Norðoyggjum, í gjár varð koyrt í úr Eysturoynni og til Klaksvíkar.
Bæði startur og mál eru við Effo í Klaksvík. Koyrt verður til byrgingina til Kunoyar har vent verður, og koyrt verður gjøgnum Árnafjarðartunnilin. Vent verður í Árnafirði og koyrt verður gjøgnum Hvannasundstunnilin til Norðdepil og Hvannasund, síðan gjøgnum Viðareiðistunnilin til Viðareiðis, og eftir gamla vegi aftur til Hvannasund, til Norðdepil, gjøgnum tunlarnar til Ánirnar og aftur til Klaksvíkar.
Longd á teini: 53,24 km.
Hæddarmetrar uml 828 m.
Dagsins teinur: https://youtu.be/biSyQOOxZ84
