Tíðindaskriv
21. juni verður ein søguligur dagur á Skálatrøð í Tórshavn.
Fyri fyrstu ferð verður ein kempi barnafestivalur – Okkara Børn 2025 hildin sama dag og á somu staðseting sum stóri festivalurin Okkara Land.
Okkara Børn festivalurin verður frá klokkan 12 til 15, og hetta verður ein dagur fullur av látur, tónleiki og spennandi upplivingum fyri børn og vaksin.
Á skránni eru kend og elskað nøvn sum:
Morten Münster & Tobias, sum børnini kenna frá YouTube og sosialum miðlum.
Angela & Hannibal koma við fullum skemti og sirkusføri.
Trølla-ættin við Pæturi, Ommuni og Ommudidd tekur børnini við á eitt stuttligt ævintýr.
DJ Kingz fer at skapa barnadansigólv við góðum tónleiki og stemningi.
Hetta verður ein familjuvinarligur og tryggur festivalur, har tað verður pláss fyri øllum – við stuttleika, challenges og góðum mati.
Ókeypis verður hjá børnunum at hoppa í hoppiborgum inni á festivaløkinum, og søla av popkorn og candyfloss við meira verður eisini til keyps.
Tey sum eru í fylgi við børnum, og hava ognað sær atgongumerki til Okkara Land, sum er frá kl 17-03, sleppa ókeypis inn til Okkara Børn, sum er frá kl 12-15.
Seinni á degnum – frá kl. 17 til 03 – verður Okkara Land fyri tey vaksnu við stjørnum sum Lou Bega, Jacob Haugaard, ABBA Tribute, Grandma’s Basement og nógvum fleiri.
Okkara Børn er nokk fyrsta av sínum slag í Føroyum – og hetta verður ein uppliving børnini seint fara at gloyma.