Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.05.2025 09:26

4 Fýrar gera eina eykasýning

Teir eru skemtiligir, fangandi og argandi. Teir hava fingið fólkið at flent og stuttleika sær óført í Løkshøll.

4 Fýra vóru á pallið tvær ferðir seinasta vikuskifti í Løkshøll í Runavík. Og undirtøkan varð so mikið góð, at eftir nógvar áheitanir hava teir avgjørt at gera eitt show aftrat.

Tí verður møguleiki hjá umleið 300 fólkum at síggja eina eykasýninng hóskvøldið 15. mai kl. 20.00 í Løkshøll, sum verður tann seinasta sýningin í hesum umfarið.

Atgongumerkir til eykasýningina í Løkshøll kunnu longu nú keypast á atgongumerki.fo.