Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.05.2025 18:54

Gloym meg ei – Stuðulskonsertin 2025

Tíðindaskriv

Sunnudagin 4. Mai kl. 15 verður Gloym meg ei stuðulskonsert í Gulu Smiðju, Saltangará.

Innkomin stuðul fer óskerdur til arbeiðið hjá Beranum/Felagnum Pinkubarnadeyða at hjálpa familjum, sum hava mist børn.

Tiltakið verður skipað sum ein hugnalig løta við tónleiki og hugleiðingum. Kostnaðurin er 100 kr., børn ókeypis. 

Møguleiki er at keypa kaffi, te, køku, minniskrín, minnisbók, lyklaringar, lummaeinglar og at stuðla við peningagávu

Skrá

Vælkomin

Kunning um Beran v. Oddvør Poulsen, leiðara

Tónleikur við Elinborg Pálsdóttir

Tónleikur við Paulu Simonu á Fríðriksmørk

Carla Josenius Mikkelsen sigur frá síni søgu um at missa pinkubarn

Steðgur við drekkamunni og sølu

Tónleikur við Bárði á Lakjuni

– Kom við og stuðla einum góðum endamáli – Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga 

Nevndin Felagið Pinkubarnadeyði