Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.08.2023 08:48

Eysturoyarportalurin eitt ár á baki í dag

Eitt sindur um okkum í dag.

Tað var tann 30. august í 2022, at Eysturoyarportalurin, eisini kendur sum Eyp, sá dagsins ljós fyri fyrstu ferð.

Nú vit skriva 30. august 2023, hevur sostatt Eysturoyarportalurin verið til í eitt ár og kann hátíðarhalda sín eitt-ára føðingardag.

Nógv er eisini hent hetta seinasta árið miðilin hevur verið til. Spakuliga hevur hann funnið sítt pláss í miðlaheiminum. Ein nýggj og dagførd heimasíða, sum Lunnar hava ment, fór av bakkastokki í mai mánaða í ár, eftir at uppruna heimasíðan hevði tænt sínum endamálið. Talan er nú um eina heilt nýggja heimasíðu, sum er bygt heilt upp frá nýggjum, bæði tá tað snýr seg um útsjónd, snið og lýsingar. Í framtíðini verða eisini tillagingar gjørdar, soleiðis at lesarin fær eina enn betri uppliving tá hann vitjar heimasíðuna.

Nógvar søgur hava eisini verið frammi hetta seinasta árið; bæði stórar og smáar, stuttligar og álvarssamar. Men kanska serliga fyri Eysturoyarportalin, var tað “stórt” at verða fyrst við søguni um Lágtflúgvandi hernaðarflogfar yvir Føroyum – hernaðarflogfarið sum fleyg lágt yvir Skálafjørðin í september í fjør. Serliga tá hugsa verður um, at miðilin tá bert hevði verið til í ein góðan mánað. Og til stuttleikar kann nevnast, at søgan eisini endaði heilt uppi á løgtingssins talarastóli.

Nógv er hent, men enn er langt á mál. Um ein miðil skal verða lív laga, er umráðandi at lesarin og borgarin er við, og vilja vit altíð fegin hoyra hvat rørir seg úti millum fólkið í øllum samfelagsviðurskiftum. Á Eysturoyarportalurin miðja vit fram ímóti at okkara tíðindaflutningur viðgerð ymiskt og flest øll evnir í Eysturoynni, samstundis sum at vit eisini umboða restin av landinum.

Eysturoyarportalurin fer nú undir sítt næsta ár og vónandi verður stuðulin og áhugin frá fólki og vinnulívinum líka stórur frammyvir.