Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.03.2023 14:09

20 ára starvsdagur í Eiðis kommunu

Mynd: Eiðis kommuna

Í dag var hugnaløta á kommunuskrivstovuni í samband við, at Nikkel Nielsen hevur 20 ára starvsdag sum húsavørður hjá Eiðis kommunu. Løtan var hildin við einum góðum drekkamunni, har Annsy Høghamar, virkandi borgarstjóri, segði nøkur orð og handaði Nikkeli eina gávu.

Eiðis kommuna ynskir Nikkeli hjartaliga tillukku við degnum.