Mynd: Eysturoyar dansifelag
Finalani í spurnarkappingini í Útvarpinum “Tú manst vita frá mongum at siga” var send í gjárskvøldið millum Eysturoyar dansifelag og Dansifelagið í Havn.
Og vinnarin av kappingini var Eysturoyar dansifelag, sum eisin fór avstað við steypinum, sum kringvarpsstjórin Ivan Niclasen handaði teimum eftir finaluna.
Tað vóru teir tríggir Kristian Jacobsen, Jón Rói Høgnesen og Jóannes Djurhuus, sum umboðaðu felagið úr Eysturoynni.
