Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.03.2024 16:58

Yvir um ánna eftir vatni

Lesarabræv

Enn ein viðmerking til lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu.

Hvat er tað sum er so neyðugt at broyta, og hví hava vit tørv á eini ferðavinnulógávu, sum liggur í kortunum? Eru hesar fortreytir ikki longu galdandi?

Endamálsorðingin sigur soleiðis.:

§ 1. Ferðavinna skal í øllum lutum skipast á burðardyggum grundarlagi til tess at tryggja fólkaræði, frælsi, trivnað, inntøkur og vinnumøguleikar hjá fólkinum kring landið við at:

1) Verja náttúru, tilfeingi og siðvenju,

2) Styrkja staðbundin samfeløg, mentan og mentanararv.

3) Styrkja samstarv millum ferðavinnu og aðrar vinnur og við at

4) kunna um, hvussu farast skal fram í náttúruni, og hvussu ferðavinnan er skipað

stk 2 reglur, fyriskipanir, avtalur o.a., framt eftir hesi løgtinglóg, skulu miða eftir at røkka hesum málum.

Kann so hendan endamálsorðingin eins væl brúkast undir verandi viðurskiftum? Alt hetta sum endamálsorðingin sipar til, er væl og virðiliga kjølfest í verandi skipanum av høgum og náttúru annars, og hevur verið soleiðis so langt aftur, vit fara í søgu okkara. Eftir verandi skipan, er lætt at stýra allari ferðslu um fjøllini eftir teimum uml 500 km av varðagøtum, vit hava.

Við tí sera einføldu skipan vit hava, kunnu vit seta flugubein í alt hetta omanfyrinevnda.

Fara vit frá verandi skipan, kunnu vit óivað svara JA til tað mesta. Men prísurin verður høgur. M.a. má fólkaræði takast frá teimum, ið varða av høgunum. Alt tað, vit hava mett sum ognarrætt og ræðisrætt má takast frá teimum, ið varða av høgunum. Stýringin av og eftirlitið má takast frá teimum, ið varða av høgunum. At verja náttúru, tilfeingi og siðvenju má takast frá teimum, sum varða av høgunum. Og vit kundu tikið fleiri dømi.

Alt hetta virkar longu eftir verandi lógarverki, og kostar hetta ikki samfelagnum eina krónu.

Løgfrøðingar eru sjálvandi ósamdir um ognarrættin. Men lata vit ognarrættin fáa frið og tosa um ræðisrætt, so verður hesin tikin frá teimum, sum varða av høgunum. Hetta kann samanberast við at vit taka ræðisrætt/upphavsrætt frá t.d. listarfólkum, tónleikarum, bindiuppskriftum, uppfinnarum og annars øllum, ið partvís liva av at framleiða, og sum eru tryggjað ein upphavsrætt til sína framleiðslu framyvir.

Verður lógaruppskotið samtykt, verður alt omanfyri nevnt lagt út til kommunur, bygdir, serfrøðingar og umsitingar annars at skipa og ikki minst at stýra.

Uttan at nevna vansarnar, kann staðfestast, at tað sum higartil er ókeypis, verður ein stór fíggjarlig byrða.

Til tess at tryggja náttúruna, mugu skipanir gerast fyri allar hagar og øki í landinum, og hetta er orsakað av grein 3 og ikki minst grein 5: Lógaruppskotið viðurkennir, at hetta ferðavinnuvirðið kann hava oyðileggjandi ávirkan á øki, og tískil setur man grein 10 inn, har eigari kann krevja av landinum at keypa oyðilagda lendi; men her skal einans landbúnaðarliga virðið roknast sum virðið, og IKKI grein 3, also ferðavnnuvirðið, sum er beinleiðis orsøk til grein 10.

Er hetta fyri at tryggja landinum bíliga jørð, ella hvussu hongur hetta saman? Ella noyðist eigari, ið ynskir at sleppa av við oyðiløgdu lendini framhaldandi at hava lendini, og einans fáa endurgjald fyri lombini og gásina, sum ikki støðast har meira, og annars noyðast at hyggja uppá eina ferðavinnu, sum framhaldandi brúkar lendini sum síni egnu?

Verður lógaruppskotið samtykt, endar føroyska náttúran við eini ørgrynnu av skeltum, tíðaravmarkingum, ávaringum, staðbundnum nevndum og uppíblanding frá fólki, ið einki hevur við fjøllini at gera o.s.v

Vit seta í staðinfyri verandi einføldu skipan, eina toppstýrda skipan, sum aldri fer at megna at fylgja við hvat fyriferst úti um landið. Hetta fer at kosta okkum øllum eina risastóra upphædd á hvørjum ári, alt meðan náttúran fer at verða stóri taparin.

Skipað viðurskifti verður ofta tikið til, og sum skilst skal alt verða meir og minni líka. Hvussu man fara at ganga tá t.d. ein staðbundin nevnd skal samráðast við eina ørgrynnu av ánarum? Man tað fara at verða møguligt at gera allar skipanir líka?

Og ikki minst, hvussu skal hetta miðlast til útlendska ferðafólkið, ið vitjar?

Um vit skulu taka nakað burturúr verandi lógaruppskotið so eru nakrar ábøtur. Eitt náttúrgjald er eitt gott hugskot. Tað gjalda vit okkurt líknandi í flestu londum vit vitja so, ella so. At hundar ikki skulu út um bøgarðin er sum so gott, sjálvt um hetta longu er galdandi. Annars er ikki nógv gott at siga um lógaruppskotið.

Um vit skipað viðuskiftini eftir verandi lóggávu, hava vit ein einfalda og bíliga loysn.

1) Vitjandi ganga eftir varðagøtum.

2) Innkomna “burðardygdar gjaldið” fer til at umvæla varðagøturnar.

Við hesi skipan er.:

1. náttúran, tilfeingi og siðvenja væl og virðiliga vard

2. Vit styrkja staðbundin samfeløg, mentan og mentanararv

3. Vit styrkja samstarv millum ferðavinnu og aðrar vinnur (Ikki minst landbúnað)

4. Kunna um hvussu farast skal fram í náttúruni (tí lokalsamfelagið skipar útferðir uttanfyri varðagøturnar)

Og ikki minst tryggja vit fólkaræðið fyri allar borgarar, og lata lokaløkjunum frælsi at skipað egin viðurskifti og harvið skapa trivnað, inntøkur og vinnumøguleikar kring landið.

Vónandi er Føroya Løgting so mikið at sær komið, at tað upplýsir Føroya Landsstýri um verandi lógir, og áleggur landsstýrinum at troyta hesar fult og heilt framyvir, øllum landinum og náttúruni at gagni.

Lógaruppskotið verður ein vanlukka fyri náttúru okkara. Og er hetta fyrst samtykt, so vendist ikki aftur.

Jóannes Patursson