Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.05.2026 18:32

Leigustuðulin samtyktur

Mynd: Almanna- og bústaðamálaráðið

Almanna- og bústaðamálaráðið

Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt lógaruppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, um leigustuðul.

Við løgtingslógini fáa føroysk húski ein leigustuðul svarandi til 20 % av húsaleiguni, tó í mesta lagi 1.500 kr. um mánaðin.

Leigustuðulin er inntøkutreytaður, so tey við hægri inntøkum fáa minni í stuðli enn tey við lægri inntøkum.

Persónur, ið annaðhvørt býr einsamallur ella er stakur við børnum, fær fullan leigustuðul, um hann hevur inntøku lægri enn 350 tús. kr.

Húski, ið telur tveir ella fleiri vaksnar persónar, ið tilsamans havi eina inntøku lægri enn 500 tús. kr., fær somuleiðis fullan leigustuðul.

Leigustuðulin er harafturat treytaður av, at húskið býr til leigu í einari sjálvstøðugari íbúð við egnum køki, og at talan er um langtíðarleigu sambært leigulógini.

Margit Stóra fegnast um, at uppskotið um leigustuðul nú er samtykt:

Við leigustuðlinum fáa føroyskar familjur, sum búgva til leigu, størri fíggjarligt rásarúm í gerandisdegnum og harvið eisini betri møguleikar at spara saman til at keypa sín egna bústað í framtíðini, um tey ynskja tað.”

Løgtingslógin um leigustuðul kemur í gildi 1. september 2026, og tað fer at bera til at søkja um leigustuðul frá oktober 2026.