Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.11.2026 20:41

Markus langt sáttmálan við Skála

Skála ÍF skrivar:

Verjuskansin hevur skrivað undir ein 2-ára sáttmála.

Á ársveitsluni bleiv kunngjørt at Markus Hellisdal hevur longt sáttmálan við Skála til og við 2028.

Markus kom til Skálar í 2026 og hevur spælt 27 dystir í kappingarárinum og skorað 3 mál.

Markus er ein stinnur verjuleikari á vøllinum, sum er kaldur undur undur trýsti og spælur við øgiligari orku, og hann kempar altíð til síðsta bríksl.

Vit gleða okkum at síggja Markus í appilsingulu troyggjuni tey næstu tvey kappingarárini.