Runavíkar Havn
Leygardagin 30. mai fær Oyndarfjørður sína fyrstu cruisevitjan.
Skipið, sum vitjar, er Seaventure hjá 66Expeditions – sama ekspeditiónsskip, sum fyrr í ár hevði fyrstu vitjanina í Rituvík. Skipið er umleið 112 metrar langt og hevur pláss fyri umleið 70 gestum umborð. Tað fer at liggja fyri akker beint uttanfyri bygdina, meðan gestirnir verða førdir í land við gummibátum.
Cruisetoymið er samansett av bygdafólki í Oyndarfirði, starvsfólki hjá Runavíkar havn og Visit Runavík. Seinastu tíðina hava partarnir samstarvað um at menna ymisk forkunnug tilboð til gestirnar.
