Løgmansskrivstovan
Sum liður í fyrireikingunum til dystin ímóti Slovakia í kvøld, vitjaði A-landsliðið hjá monnum í fótbólti hjá løgmanni í morgun.
Løgmaður, Beinir Johannesen, nýtti høvið at greiða frá um Tinganes, og hvussu týdningarmikið tað er at hava góðar fyrimyndir á landsliðnum at umboða Føroyar í altjóða høpi.