Mynd: Politi.fo
Løgreglan upplýsir fyri Eysturoyarportalurin, at tað hevur verið ymiskt at tikist við í vikuskiftinum.
Beint áðrenn kl. 10.00 í gjáramorgunin kom ein fráboðan úr Eysturoynni, at eldur var í einum húsum. Eldurin var tó skjótt sløktur, og skaðin var ikki stórur. Mett var, at eigarin hevð brúkt gassbluss og hevið ikki verið nóg varin og eldur var tí komin í bjálvingina í húsinum. Viðkomandi kann vænta sær eina bót fyri hetta, sigur løgreglan.
Um 14.00 tíðini í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein bátur – ein 20 tonsari – var sokkin við bryggjuna í Leirvík. Sløkkiliðið var boðsent, men upplýst var, at sum støðan var, so bar ikki til at taka bátin upp fyrrenn kavin er vekk, tí tað er so hált á kaini.
Um 19.00 tíðina var fráboðað um húsaófrið í einum húsum í Eysturoynni. Løgreglan var meklari ímillum partarnar, men tað endaðu tó við, at annar av partinum fór við á løgreglustøðina at liggja nátt yvir.
Eisini hendi eitt solo-óhapp Millum Fjarða, har ein bilur gleið út av vegnum í hálkuni. Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini. Løgreglan upplýsir, at bilurin hevði góð dekk og at bilførarin var edrúur, men at sera hált var á leiðini og var tað helst orsøkin.
Og í morgun hevur fólk aftur boða frá, at stórar glerpípur hanga langt niður úr loftinum, bæði Leirvíkstunnilinum og Norðskálatunnilinum. Landsverk hevur fingið boðini, sigur løgreglan at enda við Eysturoyarportalin.
