Árliga bygdatiltakið, sum eldsálir í gamla partinum av Syðrugøtu plaga at skipað fyri, varð í dag hildið i í allar fagrasta veðrið mitt í gomlu bygdini. Bakandi sól og mest sum stillið.
Børn og vaksin, sum nú eru partur av eldra partinum av bygdini, har summi húsast í húsum hjá forfedrunum sínum, vóru møtt upp við búffum, pylsum, sodavatn og øðrum góðum, meðan onnur høvdu tikið grillurnar úr kjallarinum og høvdu tendrað fyri gassinnum.
Í ár var tó eitt sindur øðrvísi, tí hesu ferð vóru nakrir heilt serligir gestir bodnir við.
Tær fýra: Áshild Videsen, Julianna Jensen, Arnbjørg Jacobsen og Elsa Nielsen vóru allar bjóðaðar at fáa sær ein bitað saman við bygdafólkinum.
Tríggjar av teimum vóru komnar aftur á slóðina, til Syðrugøtu, eina løtu at síggja teirra heimbygd. Elsa er tann einasta av teimum, sum enn býr í bygdini.
Áshild og Julianna eru ættaðar oman fyri Oyruna í Syðrugøtu. Áshild er 83 ár og býr í Odense, meðan systurin, Julianna sum er 85 ár, býr í Saltangará. Tey eru trý sysktin, beiggin Salomon, er búðsetandi í Syðrugøtu.
Arnbjørn og Elsa eru ættaðar úti í Grógv í Syðrugøtu. Arnbjørn er 94 ár, meðan systurin Elsa er 92 ár. Tey vóru 7 sysktin tilsamans, umframt tær báðar, vóru tað Guðrun Nielsen, Petra Arge, Kjartan Gregersen, Pól Gregersen og Ólavur Gregersen.
Í góðveðrinum, í túninum hjá Leo, har sum einaferð handil og síðani posthús var í bygdini, gekk prátið listuliga um alt millum himmal og jørð. Hugleitt var um gamlar dagar og minniligar løtur.
Og so fall prátið eisini inná týska flogfarið, sum datt niður á Gøtuvík undir øðrum heimsbardaga. Arnbjørg og Elsa, sum tá vóru stórar smágentur, minntust væl hendan dagin í 1941, tá ið hendingin fór fram.
Týsku hermennirnir vóru tiknir niðan í húsini hjá Leo, beint har sum tær í dag sótu og ótu pylsur. Arnbjørn greiddir hugfarsliga frá, hvussu spent øll børnini í bygdini vóru at síggja hesar fremmandu mennirnar í flottum hermannabúnum.
Hon greiddi m.a. frá, at børnini stóðu í tímavís uttanfyri húsini, í køldum veðrið, tí hetta var í februar, og minnist enn hvussu køld hon var at standa uttanfyri og bíða inntil hon enduliga slapp at síggja hesar fremmandu mennirnar blíva leiddar út í tún, og síðani upp í ein bil har teir so blivu førdir út á Toftir og síðani til Havnar.
Les eisini: Tá ið týskt flogfar neyðlendi úti fyri Gøtugjógv

