Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.06.2024 11:48

Tá ið týskt flogfar neyðlendi úti fyri Gøtugjógv

Týska flogfarið á sjónum á Gøtuvík

Mentan

Flogfarið vendi so suðuraftur og fleyg móti Strondum; men har vóru skotríðini so tøtt, at tað fór ímóti Toftum. Har var móttøkan ikki minni heit, so tað bert kastaði sær á og helt út millum Stong og Eystnes. Fyri Eystnes slepti tað nøkrum bumbum á sjógvin. Nú helt tað norðureftir aftur og kom lágt inn ímóti Syðrugøtu, snaraði móti Norðragøtu og datt á sjógvin út fyri Gøtugjógv og fleyt har eina lítla løtu. Manningin, fýra mans, kom skjótt út á annan veingin og rætti upp hendurnar, samstundis sum gummibáturin varð settur út. Flogfarið sakk eftir fáum minuttum.

Soleiðis stendur at lesa í bókini Stríðsárinin, 1940-45, hjá Niels Juul Arge, um hendingina undir krígnum, tá ið eitt týskt flogfar neyðlendi á Gøtuvík.

Ein maður sum sá hendingina hendan dagin, og sum hevur greitt frá um hendan serstaka tilburðin, er Leon Joensen úr Syðrugøtu. Tað gjørdi hann í samrøðu við blaðið Fjarðbúgvan í 1971. Hann segði soleiðis um hendingina:

Hetta hendi aftaná middag 20. februar 1941. Tað hevði verið kavi, og eitt vátaslettingsæl fór eftir víkini, og undan Nøvini Syðrugøtumegin kom ein flúgvari, ið ljóðaði ógvuliga hvølt, og var hann óvanliga lágt og helt liðina niður inneftir víkini, sigur Leon Joensen.

Ræðuligt bums

Vit sóu beinanvegin, at har fór okkurt at henda, og tá hann fyri okkum at síggja kom inn móti Enni Norðragøtumegin, setti hann seg á sjógvin við eitt ræðuligt bums. Vit trúðu hann fór undir, men so var ikki. Hann gjørdi eini tvey, trý hopp, og so sat hann sum ein fuglur á sjónum.

Leon Joensen situr við kronumetrinum sum hann fekk frá týskarunum

Hakakrossmerki

Vit sóu eisini, at hann hevði hakakrossmerki á síðuni, so tað var ein týskari. Vit vistu ikki reiðuliga, hvat vit skuldu gera, tí í Gøtu høvdu bretar ikki tilhaldsstøð. Eg var tá kommunuskrivari og fór at tosa við J.P. Gregersen, sála, sum var kommunuformaður og júst tá lá sjúkur. Hann bað meg beinanvegin tosa við sýslumannin. Eg so gjørdi og greiddi honum frá tí, ið hent var, sigur Leon Joensen.

Føroyingar neutralir

Víðari sigur Leon Joensen, at sýslumaðurin segði at føroyingar vóru neutralir, og tá tað gald um at bjarga mannalív, skuldu vit síggja burtur frá, um tað vóru bretar ella týskarar. Sýslumaðurin bað okkum sostatt fara at bjarga manningini.

Vit so gjørdu. Vit fóru tríggir ella fýra við einum fýramannfari yvir til flúgvimaskinuna, men tá vit komu hagar, vóru týskarnir longu farnir í gummibátin og høvdu lagt inn móti landi.

Føroyakort høvdu teir

Har var forberg fyri, so tað slapst ikki uppá land har. Tað sóu týskarnir eisini. Vit løgdu uppá síðuna á gummibátinum. Týskt dugdu vit lítið, men vit bóðu teir koma í bátin hjá okkum. Tað vóru teir ógvuliga trekir til, men so til endans komu teir, og vit róðu so til Syðrugøtu við teimum. Í viðføri høvdu teir ymiskt. Eitt føroyakort høvdu teir. Tá vit vístu teimum á, hvar teir vóru, pettaðu teir tað sundur og kastaðu tað fyri borð. Eitt runt blikk høvdu teir við neyðsynjarføði og einum neyðrevolvara, og alt hetta forkomu teir fyri borð, meðan vit róðu.

Nótamenn sleipaðu flogfarið

Tá flúgvarin setti seg, kastaðu Norðragøtumenn nót (teir fingu tó ikki flúgvarin í nótina). Nótamenninir fóru so at gera enda á flúgvarinum og sleipa hann inn móti Norðagøtusandi, men tað eydnaðist ikki. Vit sóu, at hann tyngdist skjótt, tí helst hevur hann ikki verið so tættur. Tá teir høvdu sleipað hann eitt fitt strekki, sakk hann – nakað nær landi. Seinri kom so enskt skip og fekk, tær mestu leivdinar av flúgvarinum upp og førdi tær til Onglands.

Teir fýra týskarnir, Oberstlieutnant Heinz Rönau, Feldwebel Helmut Much, Feldwebel Johannes Thaler og Feldwebel Konrad Reick. Bretskir hermenn standa aftanfyri.

Skotin í motorin

Leon Joensen, sigur at tá teir løgdu at landi í Syðrugøtu var stór mannamúgva av bygda- og avbygdafólki komin at síggja hesar fremmanda gestir. Tað var longu frætt víða um henda flúgvara, ið mátti neyðlenda í Gøtu.

Hann var helst skotin í annan motorin antin í Havn ella á Toftum og kundi sostatt bert við einum motori ikki halda leiðina heimaftur.

Leon bjóðar til kaffi

Beint tá flúgvarin lendi, var ein enskur soldátur komin á motorsúklu til Gøtu, og hann var á støðni í Syðrugøtu, tá vit løgdu á landi. Hetta var ein ungur breti, og eg haldi at hann virkaði ógvuliga bangin, sum einki var at siga til. Eg spurdi hann, um eg skuldi bjóða teimum til hús til ein kaffimunn. Hann takkaði hjartaliga, um eg vildi gera so væl.

Týsku flogmennirnir vera førdir út á Toftir og víðari til Havnar har teir vóru settir í geglið

Oxford biscuit «Nei takk»

Vit fóru so til hús, og uttanfyri stillaði bretin seg við beiunett á byrsuni og helt vakt, til aðrir bretar komu frá høvðusstøðini á Toftum. 

Týskarnir vórðu settir til borðs við kaffi og køkum Tað var ikki so nógv av heimabakaðum køkum júst í húsinum, og einaferð bjóðaði eg einum Oxford biscuit, men hann segði «Nei takk – hatta er enskt».

Tveir av týsku flogmanningini

8 av manningini lótu lív

Hesin sami flúgvarin hevði, áðrenn hann setti seg á Gøtuvík, kastað eina bumbu niður á Havnavág og søkt ein enskan armeraðan trolara: «Lincoln City», hvar 8 av manningini lótu lív.

Við kaffiborðið royndi eg at siga pilotinum frá hesi hending, at teir høvdu søkt ein enskan trolara í Havn, og 8 lótu lív. Hann segði hetta beinanvegin fyri hinum trimum, og vístu teir seg at vera fróar yvir úrslitið, sigur Leon Joensen.

Vísir Leon revolvarin

Meðan sitið var við borð nippar piloturin í meg og tekur samtíðins hondina niður í buksulumman og vísir mær ein revolvara. Eg bleiv so bangin, at um eg tá varð stungin, hevði eg helst ikki bløtt. Hann trýsti á ein knabba og so lýsti reytt. Hann koyrdi so knabban fyri aftur, tekur og gevur mær revolvarin og sigur, at eg skal eiga hann fyri at hava bjarga teimum. Hvør, ið tá var glaður tað var eg.

Vælegnað drápsvápn

Eg goymdi revolvarin uppá ovasta lofti. Annars gav hann mær eisini eitt kronumetur við reim, sum hann forkláraði mær, at hann hevði um lærið, tá hann stýrdi flúgvarinum. (Aftanfyri á kronumetrinum stendur: RLM. NAV. B-UHR 0276). Eisini fekk eg ein knív, hvar blaðið fór inn í skeftið, við mellispíkara hinumegin. Sum eg skilti, eitt vælegnað drápsvápn.

Frættu um revolvaran

Tað gekk ein góð løta, til offiserar komu av Toftum eftir týskarunum. Teir komu við bili, og áðrenn teir fóru avstað, blivu týskarnir væl kannaðir, um teir skuldu havt eitt ella annað uppi á sær.

Dagin eftir bleiv eg uppringdur av einum enskum offiseri í Fuglafirið, sum hevði frætt, at eg hevði fingið ein revolvara frá týskarunum, og hann vildi hava hann. Hann skuldi senda ein soldát út eftir honum. Eg segði nei. Eg hevði fingið revolvarin frá pilotinum fyri at hava bjarga teimum, og eg ætlaði at hava hann sjálvur.

Fýra bretar eftir skotvápninum

Hann segði so, at um eg ikki læt hann av egnum vilja, so skuldi hann senda fleiri eftir honum. Hesin revolvarin var soleiðis, at eitt magasin við fimm kúlum varð sett uppí skeftið. Hetta magasin tók eg úr, tømdi tað fyri kúlurnar, sum eg goymi enn tann dag í dag. Tað gingu umleið tveir tímar, tá bankar uppá, uttanfyri stóðu fýra bretar, ið vóru komnir eftir revolvarinum. Tað var einki at gera, og sjálvandi fingu teir revolvarin. Eg hevði, ið hvussu so er, einki brúk fyri honum.

Takkarskrivi

At enda sigur Leon Joensen, í samrøðuni, at nakrar dagar eftir hendingina fekk hann eitt bræv frá tí týska konslinum í Føroyum harra Richard Thomsen, Tvøroyri, hvar hann takkaði gøtumonnum fyri at hava bjargað manningini á flúgvarinum og víst teimum blíðskap.

Flogfarið tikið upp

Bretska herstjórnin læt ikki flogfarið liggja leingi á botni. Boð vóru send eftir Dánjal Nielsen, kavara á Vatnsoyrum, at koma at seta fast á flogfarið. Dýpið var níggju metrar.

Tá ið Dánjal hevði loyst maskinbyrsurnar og tær vórðu drignar umborð á »Poppy« saman við lóðuri og instrumentum og øðrum, bóðu yvirmennirnir, sum stílaðu fyri, Dánjal gera fast á báðar motorarnar og halan. So varð hivað, og »Poppy« fór nú út eftir víkini við flogfarinum uppi undir botninum; men við eitt glapp flogfarið úr veirinum og fór til botns. Bert annar motorurin hekk eftir.

Nú fór Dánial at gera sær ein ketustiga við trætrinum, og so varð roynt aftur. Men nú var sera djúpt, so djúpt at 12 mans máttu pumpa, seks hvørt tørnið, tí pumpan var ikki gjørd til slíkt dýpi. Tvær ferðir var hann niðri og gjørdi á. Ein trolari hivaði nú flogfarið upp, so at annar vongurin stakk upp við borðinum og sleipaði tað á Klaksvík, har tað fór umborð á farmaskipið til Leith.

Ikki fyrienn eftir kríggjið fekk Dánjal at vita, at hann hevði sett sítt lív í vága við hesum arbeiði heilt niðri á 48 metra dýpi, tí pumpurnar vóru bert bygdar til at geva luft til kavarar á 24 metra dýpi. Hetta var tó ikki einastu ferðin, hann arbeiddi so djúpt fyri bretska herskipaflotan, serliga á Skálafirði.

Flogfarið uppafturtikið og ført umborð á »Lanrick«, sum fór til Onglands við tí

Um flogfarið

Flogfarið var eitt Heinkel He 111-H5 skráseting 1H+KL. Skipari var Feldwebel* Helmut Much – *Umsett til “Flight Sergeant” um hann var í Royal Air Force.

Flogfarið, hendan manningin var við, fleyg hendan dagin úr Fligerhorst West-Aalborg saman við minst einum øðrum He-111-H5. Tey bumbaðu í Havn, og hitt flogfarið tveitti bumburnar í Nólsoyarfjørð og fleyg eystur í hav. Hetta kann benda á, at tað bleiv rakt fyrstu ferð teir flugu yvir Havnina… Eingin skaði er tó skrásettur á onnur flogfør hendan dagin, tó er eitt undantak.

Eitt He 111-H5 frá somu flogdeild, “I./KG26” datt niður á sjógv nærhendis Lønstrup (Hirtshals) skrásett sum klokkan 09:30 sama dag, men tað er ilt at siga við vissu, tí tey hava hvørki navn á manning ella skrásetingarnummar á flogfarinum. Tveir mans fingu skaða og hinir vóru óskaddir.

Tað kann kanska benda á, at vit møguliga vóru heppin í Føroyum tann dagin. Kanska ætlanin var at bumba við 3 flogførum í senn? Tað er ilt at siga við vissu. 

Júst modellið He 111-H5 var umbygt soleiðis, at bumburúmið í miðjuni á flogfarinum varð broytt til brennievnisgoymslu, so hetta kundi flúgva longri enn standard útgávan. Hetta varð gjørt, tí hetta modellið í høvuðsheitum varð roknað til maritima rekognisering, lættari langfrástøðuálop og torpedo álop.

Mesta aktiónsradius er sambært fleiri keldum 1430 sjómíl. Tað eru 599 sjómíl frá EKYT (Ålborg) til EKVG Vágar í beinari linju, so tað ber væl til við lættari vekt (les: fáum ella smáaum bumbum) og góðum navigatørum. Teir høvdu nokk ikki líka strong krøv til brennievnis reservur tá, sum nú á døgum. Hetta kann eisini vera grundin til, at annað flogfarið tveitti bumburnar í havið og rýmdi. Teir eru helst raktir í ein brennievnistanga og hava helst sett kósina móti Stavanger/Sola í Noregi, tí har vóru restin av teirra flogdeild “II./KG26” og “III./KG26” umframt flogmekanikarar og tískil møguleiki at umvæla skaðan, áðrenn teir flugu aftur til Aalborg.

Keldutilfar

Samrøða við Leon Joensen, úr Syðrugøtu í Fjarðabúgvin (1971) og Oyggjatíðindi (1979)

Brot úr Stríðsárini 1940-45, Sigla vandasjógv, Niels Juul Arge (1986)

Hanus Jacobsen, greiður frá um flogfarið