Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.09.2026 14:34

Steðgað havnaútbygging kann raka vinnulívið meint

Umhvørvisstovan hevur steðgað arbeiðinum við havnaútbyggingini á Hulki á Strondum. Hetta hendi eftir eina eftirlitsvitjan á økinum í juli mánað í ár.

Niðurstøðan hjá myndugleikanum var, at útbyggingin hjá Sjóvar kommunu er ólóglig, tí kommunan, sambært Umhvørvisstovuni, fór undir arbeiðið uttan tey neyðugu loyvini. Arbeiðið er tí steðgað fyribils, meðan neyðugar kanningar verða gjørdar. Kanningar, sum Sjóvar kommuna nú sjálv skal taka sær av og fáa avgreiddar, áðrenn loyvið verður givið at arbeiðið kann fara í gongd aftur.

Ein steðgur, sum kann fáa álvarsligar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnulívið á Hulki.

Eisini Sjóvar kommuna kemur at missa inntøkur. Verður útbyggingin nógv seinkað, kann tað hava við sær minni inntøkur frá bæði havnagjøldum og vinnuskatti.

Tað kann tykjast undrunarvert, at krav nú verður sett um kostnaðarmiklar kanningar av djóra- og umhvørvisviðurskiftum á einum øki, sum varð sprongt út og lagt út til vinnuøki fyri mongum árum síðani.

Vinnuligt virksemi hevur verið á Hulki í nærum eina hálva øld.

Sum skilst skulu kanningarnar fevna um alt frá krabbum og øðrum djóralívi til fuglalív og onnur náttúruviðurskifti.

Bæði kanningarnar og tað umsitingarliga arbeiðið kunnu draga nógv út. Og sum skilst, so er vandi fyri, at arbeiðið ikki kann takast uppaftur fyrr enn einaferð komandi vár.

Spurningurin er tí, hvat slíkar kanningar kunnu vísa á einum øki, sum í áratíggju hevur verið nýtt til havna- og vinnuvirksemi.

Meðan bíðað verður eftir einari avgerð, stendur arbeiðið stilt – við fíggjarligum avleiðingum fyri bæði vinnuna og kommununa.