Nýggjasta skipið hjá SANDSHIP samtakinum hevur lasta alifóður frá Biomar í Norra og skal nú lossast í Íslandi.
Sáttmálið er gjørdur um regluliga sigling ímillum Norra, Ísland og Skottland við alifóðri.
Felagið upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at tað er sera væl nøgd við skipið, sum seinastu 5 mánaðirnar hevur verið til umbygging í Póllandi.
Skipið er bygt í 2010 og lastar 2.500 tons av fiskafóðri.
Vón Arctic hevur fingið nýmótans spariskipan frá Emerson ísetta, sum stýrir motori og skrúvu á tann hátt, at hetta altíð siglir soleiðis at CO2 úlátið er minst møguligt.
Skipanin kostaði uml. 2 milliónir krónur, men minkar samstundis oljunýtsluna við 10 – 20 % um árið.
Sostatt er Vón Arctic eitt tað “grønasta” fóðurskipið á marknaðinum, tá rokna verður CO2 pr. tons alifóður flutt, pr. nautiskar sjómíl.
Vón Arctic er sætta skipið hjá felagnum í Fuglafirði. Hini fimm eru: Vón Feeder, Vestland, Vitin, Vestborg og Sandfrakt.
Les eisini: SANDSHIP keypir enn eitt farmaskip
