Mynd: Runavíkar kommuna
Ársins skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu er nú komin at enda.
Í ár var uppgávan at skriva yrkingar – uttan nakað ávíst evni og við einasta avmarkingin, at hvør yrking skuldi vera í mesta lagi 1.000 orð.
Fyriskipararnir ynskja við afturvendandi skrivikappingini at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving yvirhøvur í Føroyum. Fyri at leggja lag á, varð fyriskipað fyri einum kveikingardegi við Lív Mariu Róadóttir Jæger og Trygva Danielsen, og eisini hevði Trygvi Danielsen tvey skriviskeið á Bókasavninum við Løkin. Tilsamans komu heili 123 yrkingar inn, og tað fegnast vit um!
Nú hevur dómsnevnd mett um yrkingarnar, og tríggir vinnarar eru funnir. Tað er ein 1. og 2. virðisløn umframt ein serstøk til ungt fólk ið vísir serliga góð evnir.
Sunnukvøldið 23. apríl kl. 19 verða vinnararnir kunngjørdir á tiltaki á Bókasavninum við Løkin.
Torbjørn Jacobsen fer bjóða vælkomin, vinnararnir verða kunngjørdir og fáa handað gávubrøv. Síðani verða vinnandi yrkingarnar lisnar upp. Bárður á Lakjuni fer at spæla nøkur løg, og ein kaffimuður verður at fáa.
