Bókasavnið við Løkin
Fyri fjórðu ferð var skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður 21.-28. apríl. Í ár eru ummæli á breddanum, og vinnararnir eru funnir og verða kunngjørdir sunnukvøldið 21. apríl kl. 19 á Bókasavninum við Løkin. Borgarstjórin fer at bjóða vælkomin, Bjørt Holm fer at spæla tveir satsir á cello og so verða virðislønirnar handaðar og vinnandi ummælini verða lisin upp. Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld við tónleiki og skaldskapi
Fyriskipararnir ynskja við afturvendandi skrivikappingini at kveikja áhugan fyri og at styrkja føroyskt mál og skaldskap.