Mynd: Runavíkar kommuna
Skrivikappingin 2023
Árliga skrivikappingin, hildin í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, er komin at enda, og tríggir vinnarar eru funnir. Hesaferð var formatið at skriva eina yrking á í mesta lagið 1.000 orð.
Tekstaslag: yrkingar
Dómsnevndin var Dorit Hansen, Oddfríður M. Rasmussen og Bergljót av Skarði
– 1. virðisløn:
Kim Simonsen við yrkingini: Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum.
– 2. virðisløn:
Jana Mortensen við yrkingini: Ikki – yrkjara yrking á yrkingardegnum
– Serstøk virðisløn til ungt fólk ið vísir serliga góð evnir:
Anita Gudmundarson: Klivplantan
