Sjókovin
Mikudagin 11. november skipaði Ocean Cluster Faroes fyri tiltaki um útróður á føroyska landgrunninum.
Umleið 70 fólk vóru møtt, og vit fegnast um stóra áhugan fyri evninum.
Endamálið við tiltakinum var at lýsa føroyska útróðurin í dag og varpa ljós á, hvussu útróðurin er broyttur seinastu árini. Evnið varð lýst bæði við tølum og royndum frá fólki, sum starvast í og kring vinnuna.
Støðulýsing av føroyska útróðrinum
Fyrst hevði okkara granskari, Sigurgunn W. Várting, eina framløgu, har hon gav eina støðulýsing av útróðrinum á føroyska landgrunninum.
Tá talan er um útróður, so fevnir hetta um skipabólkarnar 4, 5A og 5B:
Bólkur 4 fevnir um vinnuliga riknar útróðrarbátar millum 15 og 100 bruttotons (BRT).
Bólkur 5A fevnir um smærri útróðrarbátar, undir 15 BRT, ið fleiri verða riknir vinnuliga.
Bólkur 5B fevnir um smærri útróðrarbátar undir 15 BRT, har flestu ikki verða riknir vinnuliga.
Framløgan vísti millum annað, at talið á virknum útróðrarbátum er lækkað, samstundis sum flotin er vorðin eldri. Tað er stórur munur á, hvussu virknir bátarnir eru, men toskur og hýsa eru framvegis kjarnin í fiskiskapinum.
Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið eru vaksin munandi í bólki 4 og bólki 5A. Útróðrarflotin veiðir umleið 50 prosent av samlaðu toskaveiðuni í føroyskum sjóøki og umleið 60 prosent av samlaða talinum.
Tølini vísa eisini, at skipabólkarnir veiða ymiska stødd av toski. Í bólki 4 er miðalvektin á toskinum umleið 2,6 kilo, meðan hon í bólkunum 5A og 5B liggur millum 1,6 og 2 kilo. Bólkarnir 5A og 5B hava harumframt ein størri part av ókynsbúnum toski í veiðuni.
Persónligar royndir í útróðrarvinnuni
Síðani greiddi Heri Vang frá lívinum sum útróðrarmaður og hugleiddi um útróðrarflotan og gongdina í vinnuni.
Hann hevur eisini royndir frá línubáti og trolara, men greiddi frá, at honum dámar betur at rógva út. Sambært Hera gevur útróðurin fjølbroyttar royndir og fakligar førleikar, tí útróðrarmaðurin má duga allar uppgávurnar umborð. Hann legði dent á, at tað er umráðandi at fáa fleiri ung fólk inn í útróðrarvinnuna.
Heri vísti eisini á, at góð veiða og góðir fiskaprísir gera tað hugaligt at rógva út í løtuni. Samstundis metti hann, at fiskiskapurin undir Føroyum ikki hevur verið nóg væl umsitin. Eftir hansara tykki hevur veiðutrýstið verið ov stórt, og hetta sæst aftur í, at toskurin, sum verður veiddur í dag, er lutfalsliga smáur. Hann helt tí, at neyðugt er at gera nakað við støðuna.
Í framløguni kom Heri eisini inn á fiskidagaskipanina. Hann metti, at skipanin hóskar væl til útróðrarbátarnar, men kanska ikki eins væl til størri skipabólkar. Hann vísti á, at torført er at samanbera útróðrarbátarnar við aðrar skipabólkar, tí fiskiskapurin og karmarnir eru so ymiskir.
Hann setti eisini spurnartekin við munin á treytunum millum bólkarnar og eftir hansara tykki eigur skipanin at verða endurskoðað. Hann helt tað eisini vera órættvíst og óheppið, at bólkur 5B – har flestu ikki eru vinnuliga riknir – hava fingið fleiri fiskidagar, tá aðrir sum reka vinnuligan fiskiskap ikki fáa tillutað eyka fiskidagar, tá fiskidagarnir í teirra bólki eru uppi.
Góðska og prísur ganga hond í hond
At enda greiddi Høgni Hansen frá eygleiðingum úr sínum starvi sum stjóri á Fiskamarknaði Føroya.
Hann greiddi frá, at fiskaprísurin kann vera ójavnur, og fyrst og fremst verður ávirkaður av útboði og eftirspurningi. Eisini kann stórur munur vera á prísinum, sum ymisku bátarnir fáa. Bátar, sum javnan avreiða góða vøru, fáa ofta betri prís, tí keypararnir kenna góðskuna og velja at keypa frá teimum. Góðskan hevur serliga stóran týdning, tá eftirspurningurin er lítil.
Tó er tað ikki altíð báturin, sum verður valdur fyrst, ið fær besta prísin. Um ein keypari hevur bundið seg til at lata einum kunda eina ávísa nøgd, og minni fiskur er tøkur enn væntað, kann keyparin noyðast at bjóða hægri fyri at tryggja sær vøruna.
Høgni vísti eisini á, at bólkur 4 í miðal fær betri prís enn bólkarnir 5A og 5B, og at miðalprísurin á hýsu er á veg uppeftir.
Góðskan á fiskinum er sum heild munandi batnað seinastu árini, millum annað tí at fiskurin verður betur hagreiddur umborð. Kortini eru sveiggj í góðskuni frá ári til árs. Høgni vísti í hesum sambandi á árið 2020, tá óvanliga nógvir slánar sóust í avreiðingunum, og góðskan á fiskinum sum heild var sera vánalig.
Gott kjak í salinum
Eftir hvørja framløgu vórðu nógvir áhugaverdir spurningar settir, og gott kjak var í salinum. Hetta vísti, at stórur áhugi er fyri útróðrinum og fyri teimum møguleikum og avbjóðingum, sum vinnan stendur fyri.
Vit vilja takka øllum, sum møttu, settu spurningar og tóku lut í kjakinum.
Niðanfyri síggjast framløgurnar frá tiltakinum.





Myndir: Sjókovin