Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.11.2026 13:50

Fleiri NSÍ-leikarar uttan sáttmála – Beinir fer til Noregs at royndarvenja

Beinir Nolsøe skal royndarvenja við Hødd IL. Mynd: Turf Roof/Eyp.fo

Fleiri leikarar hjá føroyameistarunum NSÍ hava enn ongan sáttmála fyri 2027. Samstundis royna fleiri av spælarunum at vinna sær sáttmála seg uttanlands, og felagið skal hava nýggjan høvuðsvenjara.

Eysturoyarportalurin skilir, at Beinir Nolsøe sunnudagin fer til Noregs at royndarvenja við Hødd. Ætlanin er, at hann skal venja við felagnum í eina viku. Hødd endaði á 10. plássi í OBOS-liguni, næstbestu norsku deildini, í ár.

Beinir hevur áður royndarvant í Noregi. Í desember í fjør royndarvandi hann við Strømmen IL.

Miðvallarin og nýkrýndi A-landsliðsleikarin, Emil Joensen, hevur nýliga royndarvant við danska Hillerød, og sum eftir tí, Eysturoyarportalurin skilir, hevur áhuga í honum. Eisini eru útlit fyri, at unga stjørnuskotið Markus Klein Danielsen fer at royndarvenja uttanlands komandi vikurnar.

Emil Joensen hevur royndarvant í Danmark. Mynd: Turf Roof/Eyp.fo

Fimm leikarar og høvuðsvenjarin gevast

Alex Freyr Eliasson, Filip Drinic, Tobias Hestad, Tom Amos og Daniel Obbekjær halda ikki fram í NSÍ. Eftir tí, Eysturoyarportalurin skilir, hevur danska Viborg víst áhuga fyri Obbekjær.

NSÍ boðaði fyrr í dag frá, at Sigurður Ragnar Eyjólfsson, sum í ár førdi felagið til fyrsta FM-heitið síðani 2007, gevst sum høvuðsvenjari. Eysturoyarportalurin skilir, at tað væntandi ikki gongur alt ov leingi, áðrenn nýggi venjarin verður kunngjørdur við Løkin.